Hevði æruna av at samskipa fyrsta føroyska tónleikafestivalin. Hesin varð byrjaður í 2002 sum ein uttandura konsert, men tað var fyrst árið eftir at festivalurin veruliga varð sjósettur.
Fyriskiparin, Jón Tyril, skrivaði soleiðis um avrikið:
Tað hevur verið okkum ein gleði, at Laufey samskipaði G! Festival í 2003. Tað er torfört at spáa hvat G! hevði verið nú, hevði hennara leiklutur ikki verið so mikið stórur og so mikið týðandi tá. Laufey hevði sum samskipari yvirskipaðu ábyrgdina av öllum teimum ymsu og kompleksu ökjunum, sum skuldu ganga upp í eina hægri eind, til tess at skapa eitt væleydnað tiltak og var í roynd og veru eins nógv ein verkætlanarleiðari/stjóri sum samskipari. (...) Tað sum var óítökiligir dreymar í hövdunum á nökrum óskipaðum ungfólkum og tónleikarum í eysturoynni, umsetti Laufey til ítökiligar ætlanir og stóð síðani á odda at föra tær út í lívið. (...) Men við framúr ambitiónum, ótrúligum ágrýtni og úthaldni eydnaðist tað Laufey at standa á odda fyri at sjóseta hugskotið, G!, sum eitt veruligt tiltak. Allir G!-festivalarnir síðani hava bygt á herðarnar á tí grund-arbeiðið, ið bleiv lagt tá.